2021-03-30 15:21

Føroyingar eru frammaliga, tá tað kemur koronakoppsetingar. Eftir dagin í gjár, har 492 fólk koppsett, eru tilsamans 10.451 koppsetingar nú gjørdar.
Borgarar, ið eru 75 ár og eldri, kunnu verða koppsett áðrenn páskir, ella eftir páskir tá ein nýggj sending av koppingarevni kemur.
Í gjár fingu 480 fólk fingu fyrra prikið, og tólv fingu tað seinna prikið. Tey flestu vóru 80 ár og eldri.
6.333 fólk í Føroyum hava fingið fyrru koppsetingina. 4118 hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.
Les eisini: Flestu koppsettu eru kvinnur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald