![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Gunnvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setir stevnuna klokkan 10, tá børn og ung hittast á stóra kappingardegnum. Kappingin verður stroymað á youtube og finst við at leita eftir FLL Føroyar.
Planetin Jørðin, Argjafrensar, Framtíðin Er Grøn og hópur av fleiri liðum hittast á Argjum nú heili 23 lið luttaka í kappingini. Tey kappast við programmeraðum lego-robottum og loysa avbjóðingar innan evnið City Shaper um, hvussu vit kunnu trívast í burðardyggum býum í framtíðini.
Fyri fyrstu ferð síðan 2006 er kappingin flutt úr høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík og út á Argir til skúlan á Argjahamri. Í ár luttaka yvir 20 dómarar, sum skulu geva stig í kappingunum á robottbanunum, í programmering av robottum, í samstarvi á liðunum og í granskingarverkætlanunum, sum liðini fyrireika.
Tann 9. november fara íalt 925 lið at kappast í næstan 60 býum í Noregi, Svøríki, Danmark og Føroyum. Vinnararnir av føroysku kappingini fara víðari til skandinavisku finaluna um nakrar vikur. Har skulu tey kappast móti vinnarunum úr hinum norðurlondunum.
Kappingin í Skúlanum á Argjahamri byrjar kl. 10 leygarmorgunin. Tiltakið er opið fyri almenninginum, og atgongd er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald