Innanlands

Yvir 20.000 føroyingar fingið triðja prikið

Nærum helvtin av føroyingunum, sum eru koppsettir fyri koronu, hava nú fingið trý prik

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-26 14:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 41.666 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum, og av teimum hevur nærum helvtin fingið trý prik, vísa níggjastu tølini hjá korona.fo.

Tilsamans 102.553 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum, og 272 fólk vórðu koppsett í gjár. Fýra fólk fingu fyrra prikið, níggju fingu tað seinna, og 259 fólk fingu triðja prikið.

40.812 fólk eru koppsett tvær ferðir, og 20.075 fólk eru koppsett tríggjar ferðir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder