Innanlands

Yvir 35.000 fólk koppsett

65,7 prosent av fólkinum eru nú koppsett fyri koronu, og 57,3 prosent eru liðugt koppsett

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-08-05 11:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 65.607 koppsetingar gjørdar í Føroyum.

35.037 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 30.570 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Hetta svarar til, at 65,7 prosent av fólkinum í Føroyum eru koppsett fyri koronu, og at 57,3 prosent eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.

Í gjár vórðu 579 fólk koppsett. 89 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 490 fólk fingu seinnu koppsetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder