
Í eitt ár og eina viku er nógv orka nýtt í sjúkrahúsverkinum at koppseta fólk fyri koronu. Í Klaksvík er tað nú Apoteksverkið, ið fremur hesa uppgávu.
Í nýggjá árinum verða framhaldandi nógv koppsett, og tað er serliga triðja prik, ið fólk nú fáa. Talið fyri triðju koppseting er seinastu tíðina farið langt upp.
Tó vórðu 18 fólk koppsett fyri koronu fyri fyrstu ferð í gjár, hósdagin 6. januar, tá 585 koronukoppsetingar vórðu gjørdar. Hetta skrivar korona.fo, ið samstundis upplýsir, at tjúgu vórðu koppsett fyri aðru ferð, og 547 fólk fingu triðja prikið.
Hetta merkir, at nú hava 41.489 fólk fingið fyrru koppsetingina og 40.623 fólk hava fingið koppseting nummar tvey - hetta eru ávíkavist 92,7 og 90,7 prosent av íbúgvunum í Føroyum, ið eru yvir tólv ár.
16.358 fólk hava fingið trý prik, og tað eru 40,6 prosent av øllum myndugum íbúgvunum í landinum. Tá tað snýr seg um triðju koppsetingina verður talt frá átjan og uppeftir - hetta tí at tey ið eru undir átjan ikki hava fingið møguleikan at koppsett seg fyri triðju ferð enn
Vit hava í nøkrum greinum í seinastuni skriva prosentalið fyri triðja prik "tey yvir tólv ár, men hetta er ikki rætt"
Tilsamans 98.470 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum, skrivar korona.fo. Hetta uppá beint yvir 370 dagar. Harvið verður talið helst sekssiffrað heilt skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald