2021-08-03 09:31

Nú eru 64.485 koppsetingar gjørdar í Føroyum.
34.869 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 29.616 hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.
Í gjár vórðu 826 fólk koppsett, skrivar corona.fo. 211 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 615 fólk fingu seinnu koppsetingina.
Støkk-inn koppsetingar vóru á øllum trimum sjúkrahúsunum í gjár frá klokkan 17.30 til 18.30, og undirtøkan var góð. Tilsamans 275 fólk stukku inn og vórðu koppsett.
Nú eru 65,3 prosent av fólkatalinum í Føroyum koppsett fyri koronu, og 55,5 prosent eru liðugt koppsett
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald