2021-04-13 11:55

Tað gongur rættiliga skjótt við koppsetingini móti korona nú. Í gjár vóru 701 fólk koppset á teimum trimum sjúkrahúsunum. 628 fólk fingu fyrra prikið og 73 fingu tað seinna, upplýsir corona.fo.
Nú eru 15,8 prosent av føroyingunum, sum hava fingið fyrsta prikið, og 8 prosent, sum eru liðugt koppsett. Tað svarar til ávikavist 8.382 og 4.247 fólk.
Miðskeiðis í næstu viku kemur nýggj sending við umleið 5.200 skamtum av koppingarevni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald