Uttanlands

Yvirgangsmenninir lótu breta fara

Ein breti slapp undan áðrenn yvirgangsmenninir drupu skandinavisku kvinnurnar í Marokko

2019-01-09 10:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tann 17. desember vóru 24 ára gamla danska Louisa Vesterager Jespersen og 28 ára gamla norska Maren Ueland funnar deyðar í fjøllunum í Marokko.

Kvinnurnar vóru farnar at sova í tjaldi, tá tríggir mans, sum høvdu svorið trúðskap til Islamiska Statin, lupu og á drópu tær.

Menninir høvdu sett tjald upp 150 metrar burtur frá har kvinnurnar svóvu í tjaldi, og høvdu sett ein alarm at vekja teir á midnátt, tá teir so skuldu drepa kvinnurnar.

Nú er komi fram, at menninir fyrr um kvøldið ætlaðu at drepa ein breta, sum teir høvdu fangað. Hesin bretin vissaði teir um at hann sjálvur var muslim, og tí lótu teir hann fara. Ikki er vist um tað var sannleikin, sum bretin fortaldi teimum.

Eisini er komi fram, at menninir vóru steðgaðir av løgreglufólki tann 12. desember, tá teir vóru á veg til økið, har teir framdu drápið. Menninir høvdu avtalað, at um trupulleikar stungu seg upp, so lupu teir á løgreglufólki. Hetta hendi tó ikki, tí at løgreglufólkið einans bað um at síggja teirra pappír og lótu teir síðani fara.

Tá teir høvdu framt drápið, fóru teir leiðina til Marrakech. Men tann eini teirra hevði gloymt síni samleikaprógv í tjaldinum, og tí var lætt hjá løgregluni at finna brotsmenninar.

Menninir ætlaðu at rýma úr landinum til Lybia, har teir skuldu uppí eina deild hjá Islamiska Statinum. Tann eini teirra var handtikin í Marrakech, meðan hinir tríggir vórðu handtiknir í einum bussi, tá teir royndu at rýma úr Marrakech.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder