Innanlands

Yvirlit: Coronatøl

Samlað eru 105.828 tilburðir av covid-19 staðfestir, og 3.584 fólk eru deyð

Tíðindafundur í Heilsumálaráðnum 4. mars, tá fyrsti tilburðirin í Føroyum av coronavirusinum var staðfestur (Mynd: Sverri Egholm)

Tíðindafundur í Heilsumálaráðnum 4. mars, tá fyrsti tilburðirin í Føroyum av coronavirusinum var staðfestur (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-08 23:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tú hevur uttan iva hoyrt nógv um coronavirus seinastu mánaðirnar. Vit savna her nøkur tøl saman um coronavirusið, sum hevur fingið navnið Covid-19, og sum eisini er staðfest í Føroyum.

Cronavirusið sum byrjaði í Wuhan í Hubei-landslutinum í Kina í desember í fjør, og hevur síðani spjatt seg til stóran part av heiminum.

4. mars varð fyrsti tilburðurin av coronavirusinum staðfestur í Føroyum. Talan var um ein persón sum hevði verið á ráðstevnu í París. 14 fólk vóru beinanvegin koyrd í sóttarhald. Tey flestu við hús, men av ymsum orsøkum eru summi sum ikki kunnu vera avbyrgd við hús, og tey eru tí á Hotel Vágum.

Dagin eftir, 5. mars, var annar tilburðurin við coronavirusinum staðfestur í Føroyum. Smittaði persónurin hevði verið í Norðuritalia. Talið av fólkum í sóttarhaldi fór 6. mars upp á 32 fólk.

Síðani eru ikki fleiri tilburðir av corona-virusinum staðfestir í Føroyum. Í alt 33 fólk eru avbyrgd. Tey flestu eru avbyrgd heima við hús, meðan níggju teirra halda til á Hotel Vágum.

Fyri at avmarka smittuvandan komu heilsumyndugleikarnir 6. mars við tilmæli um at tiltøk, sum savna fleiri enn 500 fólk, verða avlýst næstu vikurnar. Hetta hevði millum annað við sær at landskappingin í fremstu deildini í fótbólti hjá monnum er útsett til næsta vikuskiftið.

Føroyar
Staðfestir tilburðir: 2
Deyð: 0
Sóttarhald: 33

Danmark
Staðfestir tilburðir: 35
Deyð: 0
Sóttarhald: 628

Samlað um allan heimin
Staðfestir tilburðir: 105.828
Deyð: 3.584

Kelda: Heilsumálaráðið og Sundhedsstyrelsen

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder