Innanlands

Yvirlit: Fýra venjingardystir í gjár

B36 og HB vunnu í Gundadali. Víkingur vann við Margáir og ÍF á Toftum. Nakrir álopskendir leikarar á "topp-fimm liðunum" hava fingið skaðar

Michal Pryzbylski skoraði tvey mál í sigrinum á AB (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

Michal Pryzbylski skoraði tvey mál í sigrinum á AB (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2020-04-26 12:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakrir venjingardystir vórðu leiktir í gjár.

Tveir vóru í høvuðsstaðnum. Á Tórsvølli vann HB á TB. Einsamalla málið skoraði Adrian Justinussen. Bolt.fo skrivar, at Kevin Schindler, 31.ára gamli týski hjálparvenjarin hjá HB, kom á vøllin. Hann hevur áður spælt við Werder Bremen og eisini í Hollandi og USA sum yrkisleikari. Sambært bolt.fo venur hann inn ímillum við.

[object Object]
Schindler saman við Jens Berthel Askou (Mynd: hb.fo)

Sambært in.fo fekk Teit Jacobsen enn ein álvarsligan knæskaða til venjing í vikuni, og tað fer helst at halda álopskenda leikaranum úti til einaferð í heyst – í upp ímóti einum hálum ári. Skaðin í meniskinum hendi ikki í samband við nakra kontakt, sigur Teit við in.fo. 22-ára gamli leikarin kom heim til HB fyri stuttum.

[object Object]
Í januar skirvaðu HB og Teit sáttmála (Mynd: hb.fo)

Á ovara vølli í Gundadali vann B36 4-1 á AB. Michal Przybylski skoraði tvær ferðir fyri B36. Nýggi belgiski leikarin hjá AB, Jasper van Der Heyden, legði upp til málið hjá argjamonnum. In.fo skrivar, at málskjúttin Sebastian Pingel fekk ein skaða í knæið móti dystarenda. Ivasamt er, hvussu álvarsamur skaðin er.

Les eisini: FSF-Varpið: Flestu skaðarnir koma í dysti

Í Streymnesi legði Lukasz Cieslewicz, sambært bolt.fo, upp til bæði málini í 2-0 sigirnum hjá Víkingi - eitt í hvørjum hálvleiki. Útiliðið var uttan profilin Sølva Vatnhamar, ið hevur fingið eina fipur í ryggin. Portalurin frættur, at tað var heldur ringt at fáa skipað spæl heilt at koyra, nú liðini spældu fyri fyrstu ferð í átta vikur, og nøkur nýttu møguleikan at síggja ”drive-in fótbólt” við Margáir.

Les eisini: Feløgini mæla øllum frá at møta upp til venjingardystir

[object Object]Eftir níggju ár í B36 skifti Lukasz Cieslewicz til Víking í vetur (Mynd: Sverri Egholm)

Á Svangaskarði vitjaði ÍF. Betrdeildar-liðið var sterkari og vann 3-1. Uros Stojanov, nýggi serbiski áleyparin hjá ÍF, skoraði tvey mál og Andy Olsen skoraði eitt. Fyri B68 skoraði Óli H. Olsen.

Venjingardystir millum lið í Betrideildini, flaggdagin 25. apríl:

EB/Streymur-Víkingur 0-2 
Finnur Justinussen 0-1
Ingi Jonhardsson 0-2

HB-TB 1-0
Adrian Justinussen

B36-AB 4-1
Meinhard E. Olsen 1-0
Michal Przybylski 2-0
Tóki á Lofti 2-1 (Upplegg: Jasper van Der Heyden)
Sebastian Pingel 3-1
Michal Przybylski 4-1

Fríggjakvøldið: 

NSÍ-KÍ 2-1 (1-0)
Petur Knudsen 1-0
Ole Erik Midtskogen 1-1
Jann Benjaminsen (br.) 1-2

Les meira: NSÍ vann fyrsta venjingardystin

Skála er einasta liðið, ið ikki hevur spælt venjingardyst enn eftir koronasteðgin. Skála spælir ímóti KÍ í vikuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder