Uttanlands

Yvirtøkuætlanir í Grønlandi

Landsstýrið arbeiðir við at yvirtaka málsøki partafeløg, roknskap og grannskoðan

Pelle Broberg, landsstýrismaður (Savnsmynd: EPA)

Pelle Broberg, landsstýrismaður (Savnsmynd: EPA)

2021-11-25 12:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grønlendska heimastýrið arbeiðir nú við at yvirtaka málsøkini, sum umfata partafeløg, roknskap og grannskoðan frá danska statinum. Hetta er fyrstu ferð í tíggju ár, at arbeitt verður við eini yvirtøku, ella heimtøku, sum grønlendingar kalla tað.

Tað er landsstýrismaðurin við vinnu- og handilsmálum, Pele Broberg, sum boðar frá, at hann er farin undir samráðingar við ríkismyndugleikarnar um yvirtøku av málinum.

- Vit hava arbeitt við hesum í eina tíð. Tað er gongd í málinum og eg fegnist um, at tað er eitt samt landsstýri, sum hevur samtykt at fara undir hetta, sigur Pele Broberg við Sermitsiaq.AG.

Málið hjá grønlandska landsstýrinum, Naalakkersuisut, er at smíða eina lóggávu, ið er ætlað Grønlandi.

Í løtuni verður hetta øki stýrt sambært danskari lóggávu, og tað ger arbeiðið trupult, tí danska lóggávan er tilpassað danska ES-limaskapinum. Grønland er, sum kunnugt, ikki limur í ES.

Seinast grønlendingar tóku eitt málsøki heim var í 2010, tá økini ráevni og frálanda arbeiðsumhvørvi vórðu yvirtikin.

Enn er ikki greitt nær lóggávan fyri partafeløg, roknskap og grannskoðan kemur á grønlendskar hendur.

- Vit rokna við, at tað kann henda einaferð komandi ár, um alt gongur sum ætlað, sigur Pele Broberg við Sermitsiaq.

Við yvirtøkuni verður eisini ein talgilding av økinum gjøgnumførd. Talgildingin hevur fyrimunir við sær, tá feløg skulu skrásetast, og tað verður eisini lættari at fáa eitt yvirlit yvir grønlendska vinnulívið.

Enn er onki sagt um, hvat kostnaðurin av hesi heimtøkuni verður, men her er talan um eina av teimum bíligu yvirtøkunum, sigur Pele Broberg.

Í samgonguskjalinum hjá núsitandi landsstýri stendur annars, at matvøruøkið skal yvirtakast. Hetta er eitt av teimum meira kostnaðarmiklu yvirtøkunum. Roknað verður við einum kostnaði millum 25 og 30 milliónir krónur um árið, skrivar Sermitsiaq. 

placeholder
placeholder