2020-06-09 15:52
Zacharias Hammer er farin, 68 ára gamal. Tað skrivar Norðlýsið í dag.
Hann var mest kendur fyri sínar sendingar í sjónvarpinum, bæði barnasendingar, men eisini mentanarsendingar og dokumentarsendingar umborð á føroyskum skipum.
Fyrr í ár sýndi hann ein dokumentar á Torradøgunum í Klaksvík fyri fullum salum.
Zacharias Hammer varð í 2001 heiðraður við virðisløn M.A Jacobsens.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald