Uttanlands

Zelenskyj: Kríggið kann fáa ein enda í 2025

Ukrainski forsetin er bjartskygdur og væntar at hoyra nærri um, hvørjar ætlanir komandi amerikanski forsetin, Donald Trump hevur, tá hann tekur við í januar

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2024-11-24 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj væntar, at kríggið millum Ukraina og Russland kann fáa ein enda næsta ár.

– Vegurin verður ikki lættur, men eg eri vísur í, at vit hava allar møguleikar fyri at røkka hesum næsta ár, sigur Zelenskyj.

Nývaldi amerikanski forsetin, Donald Trump hevur áður boðað frá, at hann kann fáa ein enda á krígnum uppá 24 tímar, tó uttan at greiða nærri frá, hvussu hann ætlar at bera seg at.

Ukrainski forsetin sigur, sambært Ritzau, at hann væntar at hoyra meira frá Trump í januar, men ukrainar eru eisini áhugaðir í uppskotum frá leiðarum í Afrika, Asia og arabisku londunum.

– Eg vil eisini hoyra uppskot frá komandi forsetanum í USA, og eg haldi, vit fara at frætta um tey í januar, og síðani fara vit at hava eina ætlan fyri at fáa ein enda á krígnum.

Í farnu viku segði Zelenskyj eisini, at hann væntaði tað fór at ganga skjótari at fáa ein enda á krígnum við Trump á odda.

– Tað er heilt vist, at kríggið fer at enda fyrr við politikkinum hjá teimum, sum nú fara inn í Hvítu Húsini, segði hann m.a.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder