Kríggið í Ukraina fær ein skjótari enda við Donald Trump á odda í Hvítu Húsunum, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
– Tað er heilt vist, at kríggið fer at enda fyrr við politikkinum hjá teimum, sum nú fara inn í Hvítu Húsini, sigur hann.
Sambært Zelenskyj fer Ukraina at gera alt fyri, at kríggið fær ein enda næsta ár.
Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump hevur sagt, at hann fer at raðfesta kríggið í Ukraina, og at hann kann loysa trupulleikan uppá 24 tímar, tó uttan at greiða nærri frá, hvussu hann ætlaðar at bera seg at.
Fyrr í hesum mánaðinum tosaði Trump í telefon við Zelenskyj. Um Trump hevur sett nøkur krøv til ukrainar, sigur Zelenskyj einki um, men teir hava havt eitt "konstruktivt orðaskifti", sigur hann.
USA hevur verið ein týðandi fíggjarligur stuðul hjá Ukraina undir krígnum, sum byrjaði í februar 2022, og Trump hevur funnist at fráfarandi umstingini fyri at lata ukrainum ov nógvan stuðul.
Í tíðarskeiðnum februar 2022 til juni 2024 hevur USA sett av 55,5 milliardir dollarar - 391 milliardir krónur - til at stuðla Ukraina við vápnum og hernaðarútgerð, og harvið hevur USA verið størsti fíggjarligi stuðulin hjá Ukraina, vísir uppgerð hjá týska granskingarstovninum Kiel Institute for the World Economy sambært Ritzau.
Russland hevur sett fleiri krøv til Ukraina í sambandi við møguligum friðarsamráðingum. M.a. skal Ukraina góðtaka, at Krim-hálvoyggin, sum Russland hertók í 2014, er russiskt øki, og at landslutirnir Luhansk og Donetsk í eystara parti av Ukraina eru sjálvstøðug øki. Hesum hava ukrainar tó ikki víst áhuga.
Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur eisini kravt, at Ukraina skal taka herdeildir sínar úr hersettu landslutunum Donetsk, Luhansk, Zaporizjzja og Kherson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald