Fyrrverandi amerikanski forsetin og núverandi republikanska forsetavalevnið, Donald Trump hevur vissað ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj um, at hann stuðlar Ukraina í krígnum móti Russlandi.
Tað sigur Zelenskyj sjálvur í samrøðu við Fox News, eftir at hann fríggjadagin hitti Trump í New York.
Ukrainski forsetin hevur hesa vikuna verið í New York í sambandi við árliga ST-aðalfundin, og fríggjadagin hevði hann fund við Trump, har hann m.a. legði fram sína ætlan fyri, hvussu Ukraina kann vinna kríggið, skrivar Ritzau.
– Eg veit ikki, hvat fer at henda eftir valið, (amerikanska forsetavalið 5. november, red.), og hvør verður forseti. Men eg havi fingið sera greiða kunning frá Donald Trump um, at hann fer at vera á okkara síðu, og at hann stuðlar Ukraina, sigur Zelenskyj, sum leggur afturat, at hann ikki ynskir at leggja seg uppí amerikanska valstríðið.
– Eg vil ikki missa tann eina partin av amerikanarunum.
Trump hevur áður sagt, at hann ynskir at samstarva við bæði Russland og Ukraina um at fáa ein enda á krígnum, og at hann heldur, at hann fer at finna eina skjóta loysn, um hann verður afturvaldur.
Les eisini: Vil samstarva við bæði Ukraina og Russland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald