Mentan

Zelenskyj vil hava Eurovision í Mariupol

Bæði vinnandi bólkurin, Kalush Orchestra og politikarar í Ukraina vænta, at tað ber til at hava Eurovision í Ukraina næsta ár, hóast tað orsakað av krígnum í løtuni tykist ivasamt

Kalush Orchestra á tíðindafundi dagin eftir at hava vunnið altjóða Eurovision-finaluna í italska býnum Torino (Mynd: EPA)

Kalush Orchestra á tíðindafundi dagin eftir at hava vunnið altjóða Eurovision-finaluna í italska býnum Torino (Mynd: EPA)

2022-05-16 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin vann Ukraina ársins útgávu av Eurovision Song Contest í italska býnum Torino. Tað var Kalush Orchestra, sum vann við sanginum "Stefania".

Ukraina, sum áðrenn finaluna eisini var stórfavorittur at vinna, fekk tilsamans 631 stig. 192 stig komu frá dómsnevndunum, og hyggjararnir góvu Ukraina 439 stig – 29 stig frá tí mest møguliga.

Les eisini: Ukraina vann Eurovision

Tá eitt land vinnur Eurovision sleppur tað at vera vertur fyri kappingini árið eftir, men við krígnum í Ukraina eru fleiri, ið ivast í, um tað fer at bera til at hava altjóða sangkappingina á ukrainskari jørð komandi vár.

Men í Ukraina ætla tey sær at halda kappingina.

Ukrainski mentamálaráðharrin, Oleksandr Tkatjenko sigur, at hann er í ferð við at finna fram til hóskandi støð, har Eurovison kann haldast, men spyrt tú ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, so hevur hann eitt greitt ynski.

Ukrainski forsetin sigur, sambært The Guardian, at hann vónar at kunna hava Eurovision í hersetta havnabýnum Mariupol, sum hevur verið sera hart raktur av krígnum.

– Okkara dirvi hevur hugtikið heimin, og tónleikur okkara hertekur Evropa. Næsta ár fer Ukraina at vera vertur fyri Eurovision, sigur hann.

– Vit fara at gera okkara besta fyri, at vit ein dagin kunnu hýsa luttakarum og gestum í ukrainska Mariupol. Frælsur, friðarligur og enduruppbygdur.

Zelenskyj leggur afturat, at hann er vísur í, at sigurin ikki er langt burtur.

Kann verða ein avbjóðing

Martin Österdahl, ið hevur ovastu ábyrgdina av Eurovision, ásannar, sambært Ritzau, at tað kann gerast ein avjóðing fyri Ukraina at hýsa Eurovision í 2023.

– Nú byrja vit saman við sjónvarpsrásini hjá vinnandi landinum, UA:PBC at gera klárt til 2023. Tað er greitt, at har eru nakrar serstakar avbjóðingar í mun til vertskapin fyri næsta Eurovision, sigur hann.

Hann leggur afturat, at samstarv tó er um at finna hóskandi rammur fyri næstu kappingina.

Kalush Orchestra siga eisini, at teir rokna við, at Ukraina fer at kunna vera vertur í 2023.

– Næsta ár fer Ukraina við gleði at vera vertur fyri Eurovision og øllum Evropa í einum nýggjum, integreraðum og glaðum Ukraina, søgdu teir á tíðindafundi eftir at hava vunnið leygarkvøldið.

– Sjálvandi er tað ov tíðliga at tosa um okkara ætlanir, men vit vilja sjálvandi gera alt fyri, at fáa næsta Eurovision til eitt nýtt, friðarligt Ukraina.

Onnur lond hava takkað nei

Í løtuni er tað tó ikki møguligt hjá Ukraina at skipa fyri slíkum tiltaki. Landið er í undantaksstøðu, og hetta merkir m.a., at eingi stór tiltøk mugu haldast, og eisini er útferingarforboð í pørtum av landinum um kvøldarnar.

Hetta er fyrstu ferð í søguni hjá Eurovision, sum gongur heilt aftur til 1956, at eitt krígsherjað land hevur vunnið kappingina. Noyðist Ukraina at droppa vertskapin, verður tað tó ikki fyrstu ferð.

Seinast hetta hendi var í 1980, tá Ísrael hevði vunnið kappingina tvey ár á rað. Seinna árið bar ikki til at hava kappingina av fíggjarligum orsøkum, og tí varð Holland vertur í staðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder