Uttanlands

- Ætlanin hjá Johnson er ein hóttan móti fólkaræðinum

Hetta sigur andstøðuleiðarin, Jeremy Corbyn, ið mælir til nýtval ella nýggja fólkaatkvøðu

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-08-28 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leiðarin í Labour, Jeremy Corbyn, hevði í gjár fund við fleiri politikkarar, ið eru ímóti hørðu Brexit kósini hjá Boris Johnson. Síðani hesin fundurin varð hildin, er støðan  broytt grundleggjandi.

Í morgun kom tað fram, at Boris Johnson ætlar at forða øllum arbeiði hjá stjórnarlimunum fram til 14. oktober, har hann síðani setur tingið aftur. 

Les meira: Johnson fer at heita drotningina um at seta tingið úr gildi

Hetta er ein ógvuslig avgerð, ið fer at gera tað so at siga ómøguligt, hjá stjórnini at forða Bretlandi at fara úr ES uttan avtalu.  

Jeremy Corbyn er skelkaður, og hann skýrir hetta at vera eina beinleiðis hóttan móti fólkaræðinum. Orsakað av hesum mælir Corbyn til, at nýval skal útskrivast, ella at ein nýggj fólkaatkvøða um Brexit skal verða.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder