Innanlands

- Afturvendandi noyðast fólk av húsinum at sova undan larmi

Borgarar úr 12 av 15 húsum í Ánunum hava skrivað undir áheitan til allar býráðslimirnar í Klakvíkar kommunu. Síðani 19. juli hava tvey skip órógvað gerandisdagin og fólk á ymsan hátt

Ánirnar síggjast niðanfyri - tað eru skip, ið liggja í Norðhavnini sum larma (Mynd: Pól Sundskarð)

Ánirnar síggjast niðanfyri - tað eru skip, ið liggja í Norðhavnini sum larma (Mynd: Pól Sundskarð)

2020-07-27 09:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hesa seinastu vikuna hevur tað ljóðað, sum ein tyrla hekk yvir húsunum. dB hevur konstant ligið omanfyri 60 upp í móti 80, og fólk hava verið í dýrastu neyð.

Soleiðis verður støðan í Ánunum millum annað lýst. Síðani sunnukvøldið 19. juli, hava tvey skip, sum halda "ekstremt nógvan gang" ligið í Ánunum, og nú hava borgarar úr 12 av 15 húsum í Ánunum skrivað undir áheitan til allar býráðslimirnar í Klaksvíkar kommunu.

Í opnum brævi verður støðan gjørd upp: 

- Síðani í august í 2017 hava borgarar í Ánunum ótalligar ferðir bønað og biðið býráðið, bæði munnliga og skrivliga, um at sleppa undan larminum frá nøkrum ávísum skipum, men uttan úrslit.

Soleiðis stendur um árinini av larminum: 

- Áttandu nátt á rað fáa fólk ikki hvíld. Í yvir eina viku eru fólk úr fleiri húsum rýmd, tí tey fáa ikki sovið fyri ganginum. Eisini summargestir hava verið noyddir at farið aðrastaðni at sova. Afturvendandi, árið runt, noyðast fólk í Ánunum av húsinum at sova undan larmi. Tað er ymiskt, hvussu fólk tola gangin og tað er eisini ymiskt, hvussu larmurin ávirkar fólk. Árinini eru eitt nú høvuðpína, vaml, hjartaflimmur, tinitus, møði, mótloysi og ørkymlan. Ringast er at at síggja, at eisini børn og ung líða undir ganginum. Summi hava havt marruna fleiri nætur á rað og onkuntíð hevur ikki borið til at farið í skúla orsakað av svøvnmangli.

Brævið sæst her - 24 undirskriftir eru undir tí

Vit, borgarar í Ánunum, heita inniliga á býráðslimirnar í Klaksvíkar kommunu um at skipa so fyri, at tað verður livandi hjá íbúgvunum í Ánunum.

Gangurin frá Norðhavnini er mangan so ótolandi, at fleiri av okkum ikki fáa sovið við hús og tí javnan mugu flýggja aðrastaðni undan ganginum. Larmurin er so ógvusligur, at sjálvt børnini ikki fáa fulla hvíld um náttina. Børn gremja seg um høvuðpínu og fleiri av teimum vaksnu hava vaml og høgan puls, tá ávís skip liggja inni.

Vit hava øll okkara dagligu uppgávur at røkja við arbeiði og skúla. Á Edmundstrøð húsast eisini arbeiðspláss við starvsfólki, sum somuleiðis ávirkast av ganginum. Vit eru fleiri, sum merkja, at hetta gongur útyvir bæði heilsu og arbeiði.

Í løgtingslóg um skynsamiliga bygging stendur í § 1, stk. 2, at ”bygningar skulu byggjast, so at teir í mun til heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskifti lúka lógásett krøv og fyrisett mál, sum eru heimilað sambært byggilógini og lóggávuni annars.” Vit vilja vísa á, at húsini í Ánunum lúka treytirnar í lógini, men at heilsa okkara er hótt uttanífrá.

Vit leggja dent á, at fyri okkum er gangurin frá ávísum skipum álvarsligur heilsuvandi.


Ánirnar 23. juli 2020

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder