Mentan

Drake Milligan - ein sangari sum ikki hevur toppað enn

Ungur og sjarmerandi countrysangari við spesiali at herma eftir Elvis, verður høvuðsnavn á countryfestivalinum í summar.

2026-11-20 11:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spurningurin um tað ikki man vera tað frægasta navnið yvirhøvur, sum kemur til Sørvágs at syngja, síðan countryfestivalurin har byrjaði.

Sørvágs Country- og Bluesfestivalur hevur júst kunngjørt, at Drake Milligan verður eitt av høvuðsnøvnunum á festivalinum í summar.

Og festivalurin lovar „eina brakandi country uppliving við cowboy sjarmu og rock’n’roll í heimsflokki”.

Á so at siga hvørjum ári eydnast tað festivalinum í Sørvági at skaffa eitt countrynavn frá heimlandi countrytónleiksins, og við kunngerðini í gjár kann staðfestast, at hetta mann vera eitt av teimum frægastu, sum hava vitjað higartil.

Oftast hava nøvnini verið slík, sum hava havt framtíðina aftan fyri seg. Men so er ikki við hesum manninum. Drake Milligan er kanska ikki av allar ovastu hill, men hann liggur ovarlaga.

Drake Milligan er 28 ár, kemur úr Arlington í Texas, og býr nú í Nashville. Hann gjørdi veruliga vart við seg, tá hann í 2018 var við í sjónvarpskappingini American Idol sum 19 ára gamal. Hann kom víðari, men valdi kortini at taka seg úr kappingini, tí hann ikki kendi seg nóg búnan til ein so stóran pall. Men hann fekk frálík ummæli frá dómarunum, sum vóru Luke Bryan, Kate Perry og Lionel Richie.

Í 2022 luttók hann í kappingini Amarica’s Got Talent har hann framførdi sínar egnu sangir. Hann gjørdist nummar trý í kappingini.

Á yngri árum gjørdi hann nógv burtur úr av at herma eftir Elvis, og onkur ummælari hevur eisini kallað Milligan fyri 'hin nýggi Elvis innan countrytónleik'.

Drake Milligan hevur givið út tvær heildarútgávur, „Dallas/Fort Worth” í 2022 og „Tumbleweed” í 2025.

[object Object]

Um „Dallas/Fort Worth” skrivaði Saving Country Musik: „Super country and twangy, with good songwriting and a little dash of swagger from Drake’s Elvis influence” (trupult at týða til føroyskt).

Og um „Tumbleweed” skrivaði sami miðil: „Milligan er ikki bert til reiðar at vera við í endurreisnini av siðbundna countrytónleikinum – hann er til reiðar at ganga á odda”.

Drake Milligan verður roknaður at vera ein neo-traditionalistur, ein sangari/sangskrivari, sum heldur seg til tann siðbundna countrytónleikin, og fylgir harvið fyrimyndum, sum Strait, Jackson, Haggard og Jones.

Sørvágur verður fyrsti støðgur á Evropaferð hansara í summar. Eftir konsertina á Dungasandi 12. juni, gongur leiðin til Aarhus í Danmark, Hamburg í Týsklandi, Brússel í Belgia, Chelmsford í Onglandi, Tilburg í Niðurlondum og Zürich í Sveits.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder