- Um ávíst brot er framt á grindalógina ella grindakunngerðina er fyri ákæruvaldið at taka støðu til og ikki fyri meg sum landsstýrismann at meta um.
Soleiðis svarar Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í svari til grein 52a fyrispurning frá Kaj Leo Holm Johannesen, tingmanni fyri Sambandsflokkin.
Hann vildi millum annað hava at vita um brot vóru framd á gróndalógina ella grindakunngerðina í springaradrápinum í Hvalvík fyrr í hesum mánaðinum, tá 210 springarar vórðu hildnir til.
Ógvuligur filmsupptøkur hava verið frammi eftir drápi, sum vísa “sera vánaliga framferð og óneyðuga pínslu”, sum Høgni Hoydal skrivar, tá ein persónur skal taka lívið av einum springara.
- Hetta er at harmast almikið um, og allir partar, sum varða av grindadrápi, vilja gera alt fyri at forða fyri slíkum einstøkum hendingum, og annars støðugt at betra um drápshættir, fyriskipan og mannagongd í sambandi við at halda grindahvali og springara til, skrivar Høgni Hoydal í svarinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald