Annað árið á rað hevur eitt marknaðarføringsátak hjá Atlantic Airways og Visit Faroe Islands vunnið eina heiðursløn á Cannes Festival of Creativity.
Í gjárkvøldið hevur Faroe Islands Translate átakið vunnið eina Cannes Lions bronsu innan PR.
- At vinna eina Cannes Lions heiðursløn einaferð er nakað heilt serligt, men at vinna annað árið á rað er óveruligt. Hetta er ein stórur heiður, og vit fegnast saman við øllum føroyingum um, at átakið eydnaðist so væl, sum tað gjørdi. Ein stór tøkk til øll tykkum, sum hjálptu við at týða til føroyskt. Tit eiga øll ein leiklut í hesum heiðrinum, sigur Levi Hanssen, content manager hjá Visit Faroe Islands.
At vinna leyvur í Cannes er tað størsta, ein kann vinna innan marknaðarføring í heiminum. Yvir 35.000 tilmeldingar vóru til ymisku bólkarnar í ár.
Umframt Cannes Lions heiðurlønina, hevur Faroe Islands Translate átakið frammanundan vunnið ymiskar heiðurslønir á World Media Awards, D&AD, Danish Digital Awards og Creative Circle.
Fleiri enn 1.4 mió ferðir bóðu fólk úr 181 ymiskum londum um at fáa orð og setningar týtt til føroyskt. Mett verður, at Faroe Islands átakið hevði eitt PR-virði á umleið 200 mió. krónur.
Faroe Islands Translate átakið er ment saman við lýsingafyritøkunum Sansum úr Føroyum og Mensch úr Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald