Millum málini, sum Løgtingsins umboðsmaður hevði til viðgerðar í fjør var ein klaga frá einum barni um, at brúsurnar í skúlanum, har barnið var næmingur, vóru ov heitar.
Brúsurnar høvdu verið ov heitar í langa tíð, uttan at nakað hevði verið gjørt við tað. Umboðsmaðurin bað skúlan um at geva sær eina frágreiðing um viðurskiftini, ið barnið hevði nevnt, og skúlin boðaði síðani frá, at skúlavørður skúlans nú hevði lækkað hitan í brúsunum nøkur stig.
Umboðsmaðurin boðaði foreldrunum at barninum og barninum frá, í hvør sínum skrivi, at skúlin nú hevði tikið stig til at loysa trupulleikan, og at umboðsmaðurin tískil ikki gjørdi meira við klaguna, skrivar Skúlablaðið.
Umboðsmaðurin fekk 104 klagur í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald