Innanlands

– Ber illa til at meta um nær ein endalig eftirmeting fyriliggur

Áðrenn ein eftirmeting við møguligum tilmælum fyriliggur, er torført at hava eina greiða fatan av, um umstøðurnar innan eldraøkið eru nøktandi, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í svari til Heðin Mortensen

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum (Mynd: Sverri Egholm)

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-02 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2015, varð ásett, at lógirnar, sum skipa eldraøkið, skuldu endurskoðast fimm ár seinni. Í ár eru fimm ár liðin, men framvegis er eingin eftirmeting gjørd.

Í §52 fyrispurningi til landsstýriskvinnuna í almannamálum í juni, spurdi Heðin Mortensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, eftir eftirmetingini, og svarið frá landsstýriskvinnuni var, at innleiðandi fundir høvdu verið, men at arbeiðssetningurin ikki var klárur. Tí sendi Heðin Mortensen ein uppfylgjandi fyrispurning 20 august.


1. Metir landsstýrismaðurin, at umstøðurnar á eldraøkinum eru nøktandi í dag?

2. Metir landsstýrismaðurin, at starvsfólkanormeringin á eldraøkinum er nøktandi í dag?

3. Metir landsstýrismaðurin, at lóggávan, fíggjarviðurskiftini og starvsfólkaviðurskiftini á eldraøkinum eru nøktandi í dag?

4. Nær kunnu vit vænta, at kommunur og land gera eina eftirmeting av eldraøkinum?

Í svari sínum skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, at tað ber illa til at meta um, nær endaliga eftirmetingin fyriliggur.

Í juni greiddi landsstýriskvinnan frá, at innleiðandi fundir høvdu verið millum Kommunufelagið og Almannamálaráðið, og samskiftið partarna millum um skipanina av arbeiðinum hevur verið gott síðan tá, sigur hon.

– Áðrenn ein eftirmeting við møguligum tilmælum fyriliggur, er torført hjá landsstýriskvinnuni at hava eina greiða fatan av, um umstøðurnar innan eldraøkið eru nøktandi, bæði tá ið tað kemur til starvsfólkanormeringar, fíggjarviðurskifti og lóggávu. Alt svarið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder