Uttanlands

- Danskarar fara skeivir við burkaforboðnum

Boris Johnson er ikki sannførdur um loysnina hjá dønum

Boris Johnson (Mynd: EPA)

Boris Johnson (Mynd: EPA)

2018-08-06 12:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Boris Johnson, fyrrverandi bretskur uttanríkisráðharri og fyrrverandi borgarstjóri í London, er ikki sannførdur um, at danir hava gjørt rætt, við at seta í gildi forboð móti at ganga í burka.

- Teir deiligu danir fara heilt skeivir – eitt burkaforboð er ikki svarið, skrivar Boris Johnson í einari tíðargrein í The Telegraph í dag.

Boris Johnson hevur fyrr tosa um hvussu væl honum dámar Danmark. Hann skrivar eisini í tíðargreinini, at er tað nakað samfelag, sum andar inn frælsi, so er tað tað danska. Hann hevur eisini róst Danmark fyri at standa ímóti ES.

- Har eru danir, sum enn berjast ímóti harðræðinum hjá ES. Teir roykja enn teirra krabbameinselvandi tubbak og eta teirra pylsur. Teir brúka enn krónuna heldur enn evruna. Teir nokta enn útlendingum at keypa summarhús í Jyllandi. Tað vóru eisini danir, sum í juni í 1992 rætti úrvalsfólkinum í Evropa mittasta fingur og atkvøddi ímóti Maastrichtsáttmálanum skrivar Boris Johnson.

Men alt eru ikki lovorð. Boris Johnson er bilsin av, at Danmark viðtók eitt burkaforboð.

- Burka er kúgandi og láturligt, men tað er eingin orsøk at forbjóða tí, sigur hann.

Orsøkin er, at Boris Johnson heldur ikki, at nakar skal avgera hvat ein fræls vaksin kvinna kann og ikki kann verða ílatin. So leingi tað ikki gongur út yvir onnur at hon er ílatin burka ella niqab.

Tó heldur Boris Johnson, at eitt nú fyritøkur eiga at sleppa at avgera, um klæðini hjá starvsfólkunum eru við til at minka um góða góða samskifti við kundarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder