Innanlands

- Drápið fær fylgjur fyri Ísrael og hevur revsing við sær

Hetta gera ávikavist Hamas og átrúnaðarligi í Iran greitt eftir drápið á Ismail Haniyeh í nátt. Iranski varaforsetin tosar tó á heilt annan hátt, skriva altjóða tíðindastovur

Iranar heiðra politiska leiðaranum í Hamas fyrrapartin (Mynd: EPA)

Iranar heiðra politiska leiðaranum í Hamas fyrrapartin (Mynd: EPA)

2024-07-31 11:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heilt tíðliga í morgun vórðu Ismail Haniyeh og lívverji hansara myrdur í einum bústaði í iranska høvuðsstaðnum Tehran. Haniyeh var ovasti politiski leiðarin í Hamas og hevur sterk sambond til Gasa.

Les eisini: Ovasti leiðarin hjá Hamas tikin av døgum

Viðmerkjarar hava í morgun borið fram, at hetta er kanska tann mest "sentrali persónurin", sum er dripin síðani 7. oktober í fjør, tá stríðið millum Ísrael og Hamas av álvara blussaði upp, tá Hamas leyp á, myrdi og millum annað tók nógvar gíslar.

Síðani hevur Ísrael áhaldandi svarað aftur, og tað ætlar Hamas eisini at gera í hesum sambandi. Sambært talsfólki hjá Hamas fer drápið í nátt at fáa umfatandi fylgir.

Tað framgongur ikki beinleiðis har, hvør fer at merkja tað, men tað er nú so at siga eingin ivi um, at Ísrael framdi drápið. Hetta kom skjótt fram sum "mest sannlíkt", og í morgun legði ísraelska stjørnin mynd út av  Ismail Haniyeh á Facebook-síðu sínari við orðunum "eliminated " (týndur) í reyðum stemplaði í pannuna. Uppslagið er síðani slettað.

Í Iran eru ymsikir bakstoytir. Viðmerkjarar undrast á, hvussu hetta er hent einum samgongumanni hjá Iran í høvuðsstaði teirra. Átrúrnaðarligi leiðari landsins, Ayatollah Ali Khamenei, sigur í almennari viðmerking, at Ísrael við hesum hevur syrgt fyri, at stór revsing verður yvir sær. Hetta er sambært Reuters.

Møguliga skal tað tulkast sum ein hægri revsing. Í øllum førum fer Iran ítøkiliga ikki at blanda seg meira í stríðið í Miðeystri vegna hesa hendingina. Tað sigur varaforsetin Mohammad Reza við statsmiðilin í landinum.

[object Object]Ayatollah Ali Khamenei ávarar Ísrael (Mynd: EPA)

Rættað og dagført: 12.12

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder