placeholder
Innanlands

– Eg ætli mær ikki at verða livibreyðspolitikari

Aftaná fýra ár gevst Eyðdis Hartmann Niclasen sum borgarstjóri í Vága kommunu – Hon stillar ikki uppaftur á kommunuvalinum í november

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu (Savnsmynd)

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu (Savnsmynd)

2020-08-29 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, hevur boðað frá, at hon ikki stillar uppaftur á kommunuvalinum í november.

– Eg havi verið í farloyvi í fýra ár, og eg ætli mær ikki at verða livibreyðspolitikari, sigur borgarstjórin í samrøðu við Kringvarpið, sum kann hoyrast her.

Tað var ongantíð ætlanin, at hon skuldi taka meira enn eina setu, sigur hon, og leggur afturat, at hon saknar sítt gamla arbeiðspláss, sum hon gleðir seg at fara aftur til.

Seinastu árini hevur Eyðdis Hartmann Niclasen verið í farloyvi frá starvinum sum stjórnarskrivari í Smyril Line, men 1. januar byrjar hon aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder