
Í gjár kom ferðalagið hjá UB40 til Føroya, og í kvøld fara teir á pall á Summar Festivalinum.
UB40 hevur toppað hitlistarnar í USA og Onglandi við sangum sum "Red Red Wine" og "Can't Help Falling In Love", og teir verða roknaðir sum helst mætasti reggae-poppbólkur í tónleikasøguni. Teir hava havt heili 50 sangir á bretska hitlistanum, og teir hava selt omanfyri 70 milliónir plátur.
Eyðkendu røddina á teimum kendu sangunum hjá UB40 eigur Ali Campbell, og hann er á odda fyri bólkin, sum spælir á ársins Summar Festivali.
Ali Campbell sigur, at hann er sera fegin um at verða sloppin til Føroya at framføra.
– Eg eri sera glaður fyri, at eg eri sloppin til Føroya at spæla konsert. Eg havi ferðast í nógvum londum kring heimin og havt konsertir, men hesa upplivingina eigi eg eftir, og nú verður tað, sigur Ali Campbell.
– Vit hava verið á ferð í Europa í summar, og vit hava spælt nógvar stórar konsertir. Vit hava havt nógvar góðar upplivingar, og nú gleða vit okkum til at uppliva Føroyar, og fríggjakvøldið fara vit at geva føroyingum eina rimmar konsert, sigur hann.
UB40 ft. Ali Campbell spælir á Vágsbø í kvøld klokkan 22.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald