Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan frá einum persóni, sum varð biðin at senda pengar til ein persón, sum tey høvdu samskift við umvegis netið.
Viðkomandi helt seg hava samband við eina kvinnu, men tá samskiftið hevði verið heitt eina løtu, vísti tað seg, at tað var eitt mannfólk í hinum endanum.
Maðurin kravdi, at órættaði skuldi senda honum pengar, um hann ikki skuldi senda myndir av viðkomandi víðari til onnur.
Løgreglan heitir í hesum sambandi á fólk um ikki at hava slíkt samskifti við fólki á netinum, sum tey ikki kenna, og verða tey biðin um at senda pengar, skulu tey ikki gera tað.
Tað vanliga er, at sendir mann fyrst pengar, verður mann bert biðin um at senda meira, so løgreglan mælir til at blokera persónin í staðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald