2026-11-24 07:55
Ferðsluløgreglan var í Leirvík í gjárkvøldið og gjørdi ferðmátingar á Høvdavegnum, sum er ein partur av høvuðsvegnum gjøgnum bygdina.
Í einum stuttum tíðarskeiði um 18-tíðina, vórðu tríggir bilar skrásettir fyri at koyra ov skjótt. Á strekkinum, har hægst loyvda ferð er 50 kilometrar um tíman, vórðu bilarnir máldir at koyra 74, 75 og 81 kilometrar um tíman. Bilførararnir fingu allir klipp í koyrikortið.
Seinni á kvøldið fekk ein fjórði bilførari klipp í kortið. Hetta var fyri at tosa í handhildna telefon undir akstri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald