Uttanlands

– Eg stuðli turkiskum ES-limaskapi

Men Nato-limaskapurin hjá Svøríki er treytaður av avtaluni, sum var gjørd í fjør og ikki av, um turkar sleppa við í ES, sigur Jens Stoltenberg

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg (Mynd: EPA)

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg (Mynd: EPA)

2023-07-10 17:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato sigur seg stuðla ynskinum hjá Turkalandi um at gerast limur í ES. Tó skal tað ikki verða ein treyt fyri, at Svøríki kann gerast limur í Nato.

Tað var á tíðindafundi í dag, at turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan segði, at ES eigur at lata upp fyri, at Turkaland kann gerast limur, áðrenn turkiska tjóðartingið kann góðkenna svensku umbønina um Nato-limaskap.

Les eisini: Erdogan: Latið fyrst upp fyri turkiskum ES-limaskapi

Men limaskapurin hjá Svøríki er treytaður av avtaluni, sum varð gjørd í Madrid í fjør, og ikki av møguligum ES-limaskapi hjá Turkalandi. Og Svøríki hevur longu eftirlíkað tey krøv, sum Turkaland setti, sigur Stoltenberg.

– Tað er framvegis møguligt at taka eina jaliga avgerð um Svøríki í Vilnius.

Talsfólk hjá ES-nevndini sigur eisini við tíðindastovuna Reuters, at innliman í Nato og ES eru tvær ymiskar tilgongdir, og kunnu tær ikki verða settar í samband við hvørjaaðra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder