- Eg veit ikki um hetta er tann smartasta íløgan, men vit eru so farnir í gongd. Og tá man er í einari vinnu, sum Smyril Line og Hafnia eru, so má man vera við ella má man gevast.
- Vit hava valt at vera við, og so mugu vit síggja hvat framtíðin fer at bjóða okkum.
Tað segði Tummas Justinussen, nevndarformaður í Hotel Hafnia, við útvarpið í kvøld. Hann sipar til nýggja hotellið við 126 kømurum, sum skal byggjast í Havn.
Verkætlanin er ikki boðin út. Tummas Justinussen sigur við útvarpið, at tað helst ikki gevur nakra meining at bjóða verkætlanina út í hesum døgum, tí byggivinnan er so upptikin. Articon er valt at taka sær av verkætlanini, og eftir ætlan stendur hotellið liðugt 1. mai 2020.
Hørð kapping er á marknaðinum, tí Atlantic Airways hevur eisini boðað frá, at felagið fer at byggja hotell í Havn við 130 kømurum, samstundis sum útbyggingar av Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn eisini fara í gongd skjótt.
Avtalan við Articon hevur við sær at ein avtala um prís verður gjørd frammanundan, og hann fer at liggja um 100 og 150 milliónir.
- Vit høvdu ikki bygt eitt hotell uttan at vit væntaðu at reka eitt sunt virksemi. Tað er væl altíð soleiðis at um tú keypir eitt skip ella hvat tú ger, so kennir tú ikki framtíðina. Men vit meta at ferðavinnan er vaksandi, segði Tummas Justinussen við Kringvarpið.
Arbeiðið at gera hotellið á Oknarvegnum í Havn byrjar væntandi 15. august. Enn manglar endaliga byggiloyvi og loyvi at grava frá Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald