- Ja, vit eiga heilt avgjørt at viðgera spurningin um misálit á løgmann.
Tað sigur Jacob Vestergaard í sambandi við frágreiðingina frá landsgrannskoðanini um Glasir.
Landsgrannskoðarin hevur gjørt frágreiðing um málið, sum eitt nú vísir at Landsverk hevur brúkt játtanir upp á aðrar lutir enn teir, sum biðið hevur verið um játtan til. Frágreiðingin sigur eisini, at Samferðslumálaráðið ikki hevur røkt sína eftirlitsskyldu, at Mentamálaráðið ikki hevur gjørt nokk fyri at fáa rættar upplýsingar til vega.
Á løgtingsfundi hevur løgmaður eisini víst til skriv frá Samferðslumálaráðnum um skrásetingarskipan hjá Landsverki. Hann hevur fingið upplýsingarnar frá fyrrverandi landsstýrismanninum í samferðslumálum, og tær siga, at Landsverk hevur brúkt skipanina til allar byggverkætlanir. Men Landsgrannskoðanin vísir á, at hettar er ikki rætt í sambandi við málið um Glasir. Upplýsingarnar, sum løgmaður hevur borið Løgtinginum eru sostatt skeivar.
Jacob Vestergaard hevur í fleiri førum víst á trupulleikar við byggiverkætlanini, sum eiga at verða viðgjørdir. Men hann sigur tað koma óvart á, hvussu álvarsamt málið er.
- Eg havi við at tosa við fólk í verkætlanini allatíð vita, at trupulleikar hava verið. Eg havi eisini heitt á landsstýrisfólkini um at kanna málini, bæði undir fýra eygum og í fíggjarnevndini. Men tey hava bara yppt øksl, sigur Jacob Vestergaard. Hann heldur grundina vera, at landsstýrisfólkini ikki hava torað at spurt um verkætlanina, tí tey hava verið bangin fyri svarunum.
- Men tað kemur óvart á, at øll skipanin á hendan hátt hevur svikið, leggur løgtingsmaðurin afturat.
Bæði Rigmor Dam, fyrrverandi landsstýriskvinna í mentamálum, og Hendrik Old, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, eru farin frá sum landsstýrisfólk. Jacob Vestergaard sigur seg hava mistanka um, at Hendrik Old fór frá orsaka av hesum málinum heldur enn málinum um Fámjinstunnilin. Tí fær málið ikki nakrar politiskar avleiðingar fyri tey, men Jacob Vestergaard heldur also avgjørt, at andstøðan skal viðgera spurningin um misálit á løgmann.
Men hann heldur ikki, at andstøðuflokkarnir hava nakra ábyrgd av málinum, hóast málið strekkir yvir fleiri samgonguskeið.
- Eg fari ikki at taka mær nakra ábyrgd av hesum málinum, tí eg havi allatíð víst á trupulleikar í verkætlanini, sigur hann. Hann vísir á, at landsstýriskvinnan í mentamálum átti sjálvandi at havt steðgað verkætlanini, tá ósemjan um Landsverk og TG-verk byrjaði.
- Tá átti málið at verði steðgað fyri at fáa eina kanning av arbeiðinum. Men ístaðin hevur man trýst á fyri at fáa verkætlanina lidna. Og tá eru trupulleikarnir við játtanini byrjaðir, staðfestir tingmaðurin at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald