- Har eru fleiri og fleiri danskir politikkarar og persónar í danska embætisverkinum, sum síggja og skilja støðuna: At neyðugt er at gera onkrar broytingar
Soleiðis segði Aksel V. Johannesen í samrøðu í FM1-tíðindunum fyrr í dag.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er framvegis sannførdur um, at tjóðarsemjan ella líknandi loysn er neyðug fyri Føroyar - og fyri Danmark.
Aksel V. Johannesen vísir á, at forsætisráðfrúan Mette Frederiksen er sinnað at gera nakað við støðuna, men at tað í undanfarnu stjórn í Danmark vóru nógv, sum vóru trek. Nú er kanska frægari.
Føroyingar skulu mest sannlíkt til borðið saman við dønum næsta ár. Aksel V. Johannesen og hini forfólkini í føroysku flokkunum vóru á fundi fyrr í dag. Løgmaður hevði kallað inn, og eittans mál var á skránni: IOC-limaskapurin og ríkisrættarliga støðan í hesum førinum.
![]()
Aksel V. Johannesen veit, at málið um olympiskan limaskap er eldfimt - og skal loysast (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)
Løgmaðurin í seinastu setu, sum fekk gongd á málið um eina tjóðarsemju, staðfesti fyri Árna Gregersen, at Javnaðarflokkurin stendur við ætlanina um at broyta sambandið við Danmark. Hetta so Føroyar fáa størri ræsir á uttanríkispolitiska økinum. Og hann ávaraði eisini danir:
- Møguleikin fyri at tað endar við einari kreppu í ríkisfelagsskapinum er til staðar. Eitt, sum kann seta eld í, er, um eitt føroyskt lið spælir til OL men ikki sleppur at luttaka - ella ikki fær rættin at kappast um tað eingongd. Vit síggja eisini støðuna í Norðurlandaráðnum, har tað er ógvuliga torført at fáa gongd á í verandi støðu.
Hoyr alla samrøðuna her: Javnaðarflokkurin stendur við tjóðarsemjuna
Sí eisini: Jana Mittún: - Eg havi í øllum førum ikki hug at spæla undir donskum flaggi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald