Stríðið í Miðeystri krevur eina diplomatiska loysn, sigur ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen á tíðindafundi í Brússel.
Neyðugt er, at Iran endaliga droppar sína kjarnorku- og rakettverkætlan og steðgar sítt "órógvandi" virksemi í økinum, sigur hon.
Ursula von der Leyen sigur seg um vikuskiftið hava verið í sambandi við níggju leiaðrar í Miðeystri og fleiri leiðarar í Evropa.
– Støðan er framvegis óstøðug, men har eru ting, sum eru verd at leggja til merkis, sigur hon.
ES-nevndarforkvinnan vísir m.a. á, at tað kann enda við, at iranska fólkið fær betri møguleikar.
– Tað eru nýggjar vónir fyri kúgaða iranska fólkinum. Og vit stuðla teirra rætt at taka avgerðir um egna framtíð, sigur hon og leggur afturat, at ES vil arbeiða hart fyri at bøta um støðuna.
– Vit skulu forða fyri, at stríðið spreiðir seg. Seinastu tímarnar hava vit sæð fleiri álop, harímillum eitt dronuálop á bretska loftverjustøðina í Kýpros.
Talan er um Akrotiri-støðina, sum varð rakt av einari Shahed-dronu í nátt.
Bretska verjumálaráðið upplýsir, sambært Ritzau, at Akrotiri-støðin fekk lítlan skaða, og er virksemið á støðini ikki ávirkað.
Von der leyen leggur afturat, at einasta haldbara loysnin er ein diplomatisk loysn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald