placeholder
Innanlands

– Ein ordans komedia

Føroya Pedagogfelag hevur staðiliga heitt á arbeiðsgevararnar um at koma til samráðingar, og í løtuni umhugsar felagið støðuna, og hvørji stig skulu takast næst

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-08 16:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Føroya Pedagogfelag hevur staðiliga heitt á arbeiðsgevararnar um at koma til samráðingar, ið kunnu framtíðartryggja námsfrøðiliga økið, soleiðis, at starvsfólkamangulin ikki bert stendur við og versnar. Men einasta svarið er hendan komedian, ið vit uppliva nú.

Soleiðis skrivar Føroya Pedagogfelag í tíðindaskrivi seinnapartin.

Limir hjá felagnum, sum starvast innan fólkaskúlan, forskúlar og skúlanum á Trøðni, vórðu í 24 tímar verkfalli í gjár, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava lýst verkbann fyri teir námsfrøðingar, sum fóru í verkfall í gjár, og sluppu teir sostatt ikki til arbeiðis aftur í dag.

Les eisini: Næmingar við serligum tørvi sendir til hús

Føroya Pedagogfelag sigur, at felagið í løtuni umhugsar støðuna, og hvørji stig tey skulu taka næst.

– Men okkara áheitan skal enn einaferð vera, at Fíggjarmálaráðið og Kommununala arbeiðsgevarafelagið koma aftur til samráðingarborðið, og saman við okkum loysa hesa stóru avbjóðing, ið vit eru felags um. Tað eru bert vit og tit, ið kunnu loysa hana, skrivar felagið.

Sambært Pedagogfelagnum eru nógvir námsfrøðingar, sum í løtuni eru raktir av verkbanninum, bidnir um at koma til arbeiðis á bústovum og dagstovnum, har mangulin á starvsfólk eisini er átrokandi.

– Hetta er besta dømi um, hvussu galið stendur til á økinum, og um hvussu lítið skil er á okkara mótparti í samráðingunum, sigur felagið.

Alt skrivið hjá felagnum kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder