Innanlands

- Eingin ivi um at NHS hevur bjargað mínum lívi

Boris Johnson vísir, í sínari fyrstu almennu útmelding eftir at hann er útskrivaður, bretska heilsuverkinum stórt takksemi. Forsætisráðharrin er sannførdur um, at bretar vinna á koronavirusinum saman

Tað kundi farið báðar vegir hjá mær, sigur forsætisráðharrin í dag. Yvir 10.000 eru nú deyð við koronavirusinum í Bretlandi (Mynd: EPA)

Tað kundi farið báðar vegir hjá mær, sigur forsætisráðharrin í dag. Yvir 10.000 eru nú deyð við koronavirusinum í Bretlandi (Mynd: EPA)

2020-04-12 19:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir beint yvir eina viku á St. Thomas Hospital í London varð Boris Johnson í dag útskrivaður. Hann fekk staðfest koronasmittuna 27. mars.

Les eisini: Boris Johnson útskrivaður

Í nakrar dagar lá bretski forsætisharrin á intensivu deild, tí koronavirusið hevði rakt hann hart. Boris Johnson hevur millum annað fingið súrevni á sjúkrahúsinum.

Nú hevur forsætisráðharrin í Bretlandi úttalað seg á fyrsta sinni. Tað ger hann í einum videobroti á Twitter.

Beinanvegin í brotinum staðfestur Boris Johnson, at tað er eingin ivi um, at NHS hevur bjargað sínum lívi. Hann skrivar eisini soleiðis í samband við videobrotið: 

- Tað er torført at seta orð á, hvussu nógv eg skyldi NHS fyri at bjarga mínum lívi. Innsatsturin hjá milliónum av fólki kring landið við at verða heima hevur sítt virði. Saman basa vit avbjóðingunum, eins og vit hava bast avbjóðingunum fyrr - verð heima - bjarga lívum

Í videobrotinum nevnir bretski forsætisráðharrin fleiri heilsustarvsfólk við navni og takkar serliga tveimum, sum í tvey samdøgur vóru við hansara song allatíðina og ansaði eftir honum. Boris Johnson sigur, at "tað kundi farið báðar vegir hjá honum", men at bretska heilsuverkið kann ikki basast. 

Nýggjastu tølini í Bretlandi vísa, at yvir 10.000 fólk nú eru deyð við koronavirusinum. Seinasta samdøgrið eru 737 deyðstilburðir staðfestir, sambært worldometers. 1.559 eru á inntensivu deild kring landið. 

------------

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder