
- Tað fór næstan fram á tann hátt, sum vit javnan síggja í filmum: At ein bilur bremsar, og ein so rennir í reyvuna á honum, fyri síðani at tað kemur ein afturat.
Soleiðis setur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn orð á, tá hann í morgun greiðir frá støðuni við Marknagilsvegin seinnapartin í gjár.
Tað var nærhendis Bónus, at ein bilur heldur brádliga bremsaði. Klokkan var næstan 16.30, og harvið var fitt av ferðslu.
Sambært løgregluni hevur bilurin, aftanfyri tann sum bremsaði, eftir øllum at døma verið ov tætt við ella ikki ov árvakin, og hann rendi í reyvuna á bilinum frammanfyri.
Tað sama hendi við bili nummar trý. Harvið var talan um ein harmonikusamanstoyt.
Eingin fólkaskaði var, men bilarnir fingu nakað at skaða. Sambært vaktleiðaranum fáa bilførararnir í bili tvey og bili try bót fyri hendingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald