Innanlands

Misti ein planka av lastini - rakti ein ennan bil

Hendingin fór fram í Kollafirði og kostar mest sannlíkt føraranum treytaða frádøming fyri ikki at tryggja lastina nóg væl.

Persónsbilurin fekk skaða, men eingin fólkaskaði stóðst av hendingini

Persónsbilurin fekk skaða, men eingin fólkaskaði stóðst av hendingini

2026-11-25 07:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt øðrvísi ferðsluóhapp fór fram í Kollafirði týsdagin.

Talan var um ein persónsbil, sum varð raktur av luti, sum var í lastini á lastibilinum frammanfyri.

Sambært vakteleiðaranum á løgreglustøðini var talan um ein stóran træplanka.

Persónsbilurin fekk skaða, men eingin fólkaskaði stóðst av hendingini. Førarin ringdt til løgregluna, sum síðani fann lastbilin.

Hendingin kostar tí lastbilaføraranum eina bót og mest sannlíkt treytaða frádøming av koyrikortinum, upplýsir løgreglan. Hetta fyri ikki at tryggja lastina nóg væl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder