Løgreglan í Havn hevur fingið eitt heldur margháttiligt mál um hendi.
Í gjárkvøldið, týsdagin, ringdi ein persónur inn, tí makin hjá viðkomandi hevði verið í einum ferðsluóhappi.
Ella tað vil siga: Makin hevði rent á ein parkeraðan bil.
Sambært løgregluni var tann, sum rendi á, vorðin "púra fyri ongum eftir óhappi". Tískil hevði makin sett seg í samband við løgregluna.
Hendingin fór fram á Varðagøtu. Løgreglan fór á staðið - men har stóð eingin bilur við skaða, upplýsir vaktleiðarin-
Heldur eingin fráboðan er komin um hetta síðani, so nú sóknast løgreglan eftir bileigara, hvørs bilur hevur staðið á Varðagøtu og síðani hevur fingið skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald