Uttanlands

– Eitt tætt og avgerandi val

Tá danski forsætisráðharrin um middagsleitið skrivaði út val, vísti hon m.a. á, at stríðið um Grønland enn ikki er av, og at trygdarpolitikkur fer at fylla nógv

Dagin eftir, at Aksel V. Johannesen løgmaður skrivaði út nýval, gjørdi danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen tað sama (Mynd: EPA)

Dagin eftir, at Aksel V. Johannesen løgmaður skrivaði út nýval, gjørdi danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen tað sama (Mynd: EPA)

2026-02-26 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Trygdarpolitikkurin er og verður grundarsteinurin undir donskum politikki tey komandi nógvu árini.

Tað segði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen í røðu sínari, tá hon um middagsleitið útskrivaði fólkatingsval at vera 24. mars.

Les eisini: Fólkatingsval verður 24. mars

Mette Frederiksen legði m.a. dent á stríðið um Grønland, sum amerikanski forsetin, Donald Trump hevur boðað frá, at hann ynskir at yvirtaka.

– Tað fall í okkara lut at handfara størstu uttanríkispolitisku kreppuna, sum Danmark hevur verið í síðan seinna heimsbardaga, og hóast hon á ongan hátt er av, er tað kortini eydnast okkum at klára hana higartil - við tøttum samstarvi við Grønland, við restina av fólkatinginum og við góðum samstarvsfeløgum í Evropa.

Ábendingar eru um, at talan verður um eitt tætt val og eitt sera týðandi og avgerandi val, segði danski forsætisráðharrin.

– Tað verður komandi fýra árini, at vit sum Danir og evropearar av álvara skulu standa á egnum beinum. Vit skulu lýsa okkara samband við USA, vit skulu dubba okkum fyri at tryggja frið á okkara meginlandi, vit skulu halda Evropa saman og tryggja framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum.

Danski Javnaðarflokkurin við Mette Frederiksen á odda hevur seinastu trý árini skipað stjórn við Vinstra og Moderaterne, og Mette Frederiksen útilokar ikki, at ein stjórn tvørturum miðjuna kann koma uppá tal eftir valið.

– Eg fari ikki at útiloka nakað frammanundan, segði hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder