Eldraøkið hevur síðan 1. januar 2015 verið umsitið av kommununum, og landsstýrisfólkið við almannamálum hevur havt eftirlit á økinum vegna løgtingið. Tá økið varð lagt út til kommunurnar, varð ásett, at lógirnar, sum skipa eldraøkið, skuldu endurskoðast fimm ár seinni. Í ár eru fimm ár liðin, men framvegis er eingin eftirmeting gjørd.
Í §52 fyrispurningi til landsstýriskvinnuna í juni mánað, spurdi Heðin Mortensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, eftir eftirmetingini, og svarið frá landsstýriskvinnuni var, at innleiðandi fundir høvdu verið, men at arbeiðssetningurin ikki var klárur. Tí hevur hann nú sent landsstýriskvinnuni ein uppfylgjandi fyrispurning.
- Hetta við eftirmetingini blívur við at blíva útsett, og tí spyrji eg, nær hetta verður gjørt. Vit síggja og hoyra dag og dagliga um stóra tørvin á starvsfólkum á eldraøkinum, og í síðsta enda gongur tað út yvir tænastuna hjá okkara gomlu borgarum. Hetta má ikki henda og serliga í hesum døgum, hvar vit eiga at leggja serliga stóra orku í at tænastan og umsorgan av okkara gomlu er greið nokk. Vónandi hevur landsstýriskvinnan eina skjóta eftirmetingarskipan, sum kemur atgagna, sigur Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen vísir á, at tørvur m.a. er á at fáa staðfest, hvørt afturberingarleisturin er nøktandi, um markamótini millum kommunur og millum land og kommunur eru nóg greið, um kommunalu samstørvini virka eftir ætlan, so tey eldru fáa nøktandi tænastur um alt landið, um normeringin er nóg høg og um starvsfólkaviðurskiftini eru í lagi.
Fyrispurningurin kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald