Bryggjarí runt Norðurevropa hava rent seg í trupulleikar nú summarið hevur verið betri enn væntað. Góða veðrið merkir, at fólk njóta meir av sodavatn og bjór, og tí er eitt sindur størri trýst at framleiða.
Trupulleikar eru tó av, at fleiri framleiðarar av koltvísúrni í løtuni arbeiða við viðlíkahald av framleiðsluanleggum, og tí er ikki eins nógv av koltvísúrni.
Les eisini: Vandi fyri øl- og sodavatnskreppu
Petur Petersen sigur, at á Okkara merkja tey at trupulleikar eru við at fáa fatur á koltvísúrni, men at hetta enn ikki hevur ávirka teirra framleiðslu.
- Vit hava enn koltvísúrni og vit fáa meiri mánadagin. Vit merkja at tað er eitt sindur trupult við at fáa veitt koltvísúrni fyri tíðina, men vit ansa altíð væl eftir.
Enn hevur Okkara ikki trupulleikar av hesum, men Petur Petersen sigur, at tey hava lagt merkis til at truplari er at fáa koltvísúrni enn tað hevur verið frammanundan.
- Hetta er komið nokkso knappligt, so vit hava ikki kunna fyrireika okkum nakað serligt. Vit hava inntil nú ikki framleitt minni, men koma vit í eina støðu, har vit mangla koltvísúrni, so verða tað allarhelst nakrar av serølunum, sum vit bíða við eina løtu inntil støðan er av.
Summartíð er eisini festivaltíð, men vandi er ikki fyri at Okkara ikki fer at megna at levera til festivalarnar.
- Eingin vandi er fyri at Okkara ikki megnar at levera til festivalarnar. Tað hava vit stýr á, sigur Petur Petersen at enda.
Les eisini: - Vit klára okkum higartil
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald