Innanlands

– Er ætlanin at seta eina neyðtøkutilbúgving í verk?

Sirið Stenberg hevur sett landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fyrispurning

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-05-30 16:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein neyðtøkutilbúgving skal setast á stovn í føroyska sjúkrahúsverkinum. Tað heldur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

Sirið Stenberg, sum er fyrrverandi landsstýriskvinna í heilsumálum, vísir á, at arbeitt hevur verið við at seta eina slíka tilbúgving á stovn í longri tíð, og nú gynækologiska økið hevur fingið sett fleiri læknar í starv, eigur tað at bera til at seta í verk. Tí hevur hon sett landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fyrispurning um málið.

Les eisini: – Móttøkan til fólk ið hava upplivað neyðtøku má setast á skrá nú

– Er ætlanin hjá landsstýrismanninum at seta eina neyðtøkutilbúgving í verk í sjúkrahúsverkinum?

– Um ja, nær kann so roknast við, at hendan verður klár?

Í viðmerkingum sínum vísir løgtingskvinnan á, at grannalond okkara longu hava neyðtøkutilbúgvingar, sum hava greiðar mannagongdir um, hvussu fólk, sum hava verið fyri neyðtøku, kunnu venda sær til eina slíka tilbúgving og fáa goymt og tryggjað prógv umframt aðra hjálp í sambandi við brotsverkið.

– Hetta hevur hjálpt fleiri fólkum seinni í einum møguligum rættarmáli og at fóta sær aftur aftaná so ógvusligt brotsverk, sigur Sirið Stenberg, sum samstundis fegnast um tað stóra arbeiðið, sum er gjørt saman við fleiri stovnum og áhugabólkum fyri at varpa ljós á evnið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder