Innanlands

- Eri fegin um at kunna geva mítt íkast við nøkrum so gamalsligum sum einari røðu

Heini í Skoini er glaður og ovfarin um, at hann vann ársins røðu á donskum í 2025

Tøkniliga menningin í okkara tíð setir spurningin, um hetta slagið av samskiftið yvirhøvur fer at vera til í einari ikki so fjarari framtíð. Tí er hendan heiðurslønin eisini ein møguleiki at stuðla gomlu verðini, har menniskju hittast og standa andlit til andlits uttan filtur og algoritmur

Tøkniliga menningin í okkara tíð setir spurningin, um hetta slagið av samskiftið yvirhøvur fer at vera til í einari ikki so fjarari framtíð. Tí er hendan heiðurslønin eisini ein møguleiki at stuðla gomlu verðini, har menniskju hittast og standa andlit til andlits uttan filtur og algoritmur", sigur Heini í Skorini við setur.fo.

2025-10-22 08:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ja, eg eri glaður og eisini ovfarin.

Hetta staðfestir Heini í Skorini fyri heimasíðuni hjá Fróðskaparsetur Føroya, har hann er lektari í altjóða politikki.

Í gjár gjørdist greitt, at havnarmaðurin vann ársins røðu á donskum fyri 2025. 

Les eisini: Heini helt bestu røðuna í Danmark

Røðan hjá Heina í Skorini varð hildin á Rahbeks Sommerhøjskole - undir døgurðanum á endaveitsluni.

Har segði hann millum annað soleiðis: 

- Trýstið á andsfrælsið og dannilsið stavar ikki bara frá diktatorum í uniformum ella wannabe-diktatorum í kasjettum. Tað stavar eisini frá tøknirisum í hettutroyggjum í Silicon Valley.

- Vit gloyma mangan tann meira fálátaða tvíburan hjá framsøgufrælsinum, og tað er upplýsingarfrælsið. Rætturin til at fáa og leita sær vitan og sannleika. Møguleikan at blíva klókari og fáa atgongd til upplýsingar, sum einum tørvar fyri at vera eitt upplýst menniskja og ein kritiskur borgari.

Røðarin og lektarin vísir á, at vitlíki og annað nýmótans samskifti hava ávísar vansar. 

-  Í hesum talgildu tíðum, har vitlíkið er komið væl á leið at yvirtaka alla menniskjuliga hugsan og samskifti, eri eg fegin um at kunna geva mítt íkast við nøkrum so gamalsligum sum einari røðu, har eitt menniskja av kjøti og blóði reisir seg upp og samskiftir nakað til onnur, sum eisini eru av kjøti og blóði. Tøkniliga menningin í okkara tíð setir spurningin, um hetta slagið av samskiftið yvirhøvur fer at vera til í einari ikki so fjarari framtíð. Tí er hendan heiðurslønin eisini ein møguleiki at stuðla gomlu verðini, har menniskju hittast og standa andlit til andlits uttan filtur og algoritmur", sigur Heini í Skorini við setur.fo.

Øll røðan hjá Heina í Skorini kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder