
- Í dag vann ongin. Vit eru øll taparar, tá órættvísi sleppur at halda fram.
Soleiðis byrjaði LGBT Føroyar eitt heilt stutt skriv á Facebook-síðu sínari í gjárkvøldið, stutt eftir at atkvøðugreiðsla hevði verið í nógv umtalaða og umstrídda málinum um at geva samkyndum pørum javnbjóðis rætt til barsilspening.
Upprunaliga uppskotið um at javnseta samkynd í barsilsskipanini fall, og tað gjørdu bæði broytingaruppskotini eisini.
Les eisini: 16 fyri og 16 ímóti - uppskotið fall
Kristin Michelsen avgjørdi málið við ikki at vera til staðar
Fyri limir og viðhaldsfólk hjá LGBT var talan um eitt niðurlag, og skrivað varð, at um LGBT' arar góvust hvørja ferð, mótburður var, so búði eingin LGBT' ari í Føroyum.
Til seinast skrivar LGBT Føroyar:
- Vit stríðast víðari, og takk tit øll, sum so trúliga stuðla okkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald