Uttanlands

– Fara eisini at hyggja at heitunum hjá okkara børnum

Tað ber ikki til at siga, hvussu kongshúsið fer at síggja út, tá tíðin hjá Christian nærkast, sigur Mary krúnprinsessa, sum sigur seg taka undir við avgerðini hjá Margretu drotning um at taka kongaligu heitini frá børnunum hjá Joachim prinsi

Mary krúnprinsessa á vitjan í Føroyum á sumri í 2018 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mary krúnprinsessa á vitjan í Føroyum á sumri í 2018 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-02 16:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni boðaði kongshúsið frá, at Margreta drotning hevur avgjørt, at tey fýra børnini hjá Joachim prinsi missa síni kongaligu heiti 1. januar. Hetta er ein avgerð, sum m.a. Joachim prinsur og elsti sonur hansara, Nikolai prinsur, ikki siga seg skilja.

Les eisini: Joachim prinsur: - Samleikin verður tikin frá børnum mínum

Les eisini: Nikolai prinsur: Skilur ikki avgerðina hjá ommuni

Margreta drotning hevur, sambært donsku miðlunum, sagt, at hetta er nakað, hon hevur hugsað um leingi, og er tað tað besta fyri børnini.

Mary krúnprinsessa sigur eisini við B.T., at hon stuðlar avgerðini hjá drotningini.

– Broyting kann vera ómetaliga torført, sigur hon, men tað merkir ikki, at avgerðin ikki er tann rætta, sigur hon og leggur afturat, at tey eisini fara at hyggja nærri at heitunum hjá børnum hennara.

Um hetta merkir, at yngru børn hennara – Isabella prinsessa, Vincent prinsur og Josephine prinsessa, sum ikki standa til at fáa apanasju sum vaksin, eins og Christian prinsur – eisini fara at missa kongaligu heitini, ber tó ikki til at siga enn, sigur hon.

– Í dag ber ikki til at siga, hvussu kongshúsið fer at síggja út, tá tíðin hjá Christian kemur, ella tá hon byrjar at nærkast, sigur krúnprinsessan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder