Uttanlands

– Fari nokk ikki at ganga úti í landsliðsklæðum aftur

Svenski landsliðvenjarin skilur væl, um fólk ikki tora at ganga úti í landsliðsblusum, eftir at tríggir svenskir fótbóltsfjepparar vórðu skotnir í Brússel mánakvøldið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-10-18 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Eg fari nokk ongantíð út aftur í svenskum landsliðsklæðum.

Soleiðis sigur svenski landsliðsvenjarin, Janne Andersson við SVT, eftir at tríggir svenskir fótbóltsfjepparar mánadagin vórðu skotnir av einum tunesiskum manni, sum segði seg vera limur í Islamiskum Stati. Tveir teirra hava latið lív, meðan tann eini er illa skaddur.

Hildið verður, at talan kann vera um aftursvar uppá mongu koranbrenningarnar, sum hava verið í Svøríki í summar. Sambært svenska forsætisráðharranum, Ulf Kristersson, vórðu teir skotnir, bara tí teir vóru sviar.

Svenski landsliðsvenjarin, ið sjálvur var í landsliðsklæðum mánadagin undan landsdystinum millum Belgia og Svøríki, sigur, at tað er ikki ofta, at hann gongur úti í landsliðsklæðum, men hesa ferð var ikki langt at fara.

– Men tað var ikki smart gjørt, sigur hann og leggur afturat, at hann skilur væl, um fólk velja ikki at vísa seg í landsliðsblusu av ótta fyri, at tað fer at kosta teimum lívið.

Les eisini: Drápsmaðurin vildi revsa sviar

Les eisini: Brússel: IS hevur tikið ábyrgdina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder