
Í kvøld kemur Fasti Gerðarrætturin saman at skundviðgera tænastubannið hjá manningarfeløgunum mótvegis ferjuni Galaxy, sum í næstum verður sett í Suðuroyarsigling fyri Smyril.
Tað er Fíggjarmálaráðið, ið vil hava gerðarrættin at viðgera málið.
Men gerðarrætturin hevur ikki heimild at viðgera ósemjuna, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, tí ongin sáttmáli ella avtala er gjørd um skipið. Arnfinn Bech, heldur, at mótparturin misnýtir møguleikan fyri skundviðgerð við tilvitað at hava drálað
- Vit hava hvørki sáttmála ella nakað, sum líkist einari avtalu, fyri Galaxy, og tí hevur Fasti Gerðarrættur heldur onga heimild at viðgera tænastubannið hjá okkum ella fyri tann skyld nakrar trætur um skipið yvirhøvur, sigur Arnfinn Bech í fráboðan, sum felagið hevur sent út í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald