– Vit fegnast men fara ikki á flog.
Soleiðis segði Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum á landsinsfundi hjá flokkinum í gjár um seinastu veljarakanningarnar, sum hava givið flokkinum góð úrslit.
Í veljarakanningini, sum Portalurin kunngjørdi í farnu viku, stóð Fólkaflokkurin til at gerast nógv størsti flokkur við 32,9 prosentum av atkvøðunum.
Eisini søgdu 34,1 prosent av teimum spurdu, at teir ynskja formannin í Fólkaflokkinum til løgmann.
Les eisini: Beinir stendur sterkur í løgmansstríðnum
Sambært Beinir Johannesen geva veljarakanningarnar eina greiða ábending um, at fólkið ynskir broyting, men tað er bara valúrslitið, sum telur, minti hann á.
– Veljarakanningar hava verið góðar við Fólkaflokkin. Hetta fegnast vit um, men minna okkum á, at tað er bara eitt úrslit, sum telur, og tað er tað á valinum.
Og tað er málið hjá Fólkaflokkinum at fáa ávirkan eftir næsta val, sum verður í seinasta lagi um umleið eitt ár.
– Eftir komandi val skulu vit út í Tinganes. Lat meg enn eina ferð sláa fast, at Fólkaflokkurin er opin fyri at samstarva við allar flokkar, og er málið at koma í eina samgongu, har vit fáa so nógv sum møguligt av okkara politikki við.
Øll formansfrágreiðingin hjá Beinir Johannesen kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald