Innanlands

- Ferðavinnan gevur føroyingum sjálvsálit og áræði

Móttøka var fyri norðurlendskum ferðaleiðarum í Mullers Pakkhúsi í kvøld, har Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt røðu

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-04-12 22:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðurlendskir ferðaleiðarar vitja í Føroyum í løtuni, og í kvøld hevur móttøka verið fyri teimum í Mullers Pakkhúsi, har Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, beyð teimum vælkomnum til høvuðsstaðin.

Í røðu sínari vísti Gunvør Balle á, at Føroyar eru eitt einastandandi stað við útrúligum upplivingum, sum bara bíða eftir at verða royndar.

- Steyrrøttu bjørgini, sjóðandi sjógvurin og vindbardu fjøllini. Jú, sanniliga hava vit eitt serstakt land, sum nú gerst alsamt sjónligari úti í heimi. At uppliva Føroyar er hjá summum vorðið nakað, tú mást royna. Hetta gevur eisini føroyingum eitt nýtt sjálvsálit og áræði, sum vit bara kunnu fegnast um, segði hon millum annað.

Eisini vísti Gunvør Balle á, at tað er umráðandi, at tað gongst ferðavinnuni væl. 

- Hon skapar einar betri Føroyar og nýggj varandi arbeiðspláss, og nú snýr tað seg um at gera alt fyri, at henda vinnugreinin kann gerast okkum eitt støðugt búskaparligt bein at standa á, sigur hon.

Myndir síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder